Tiltøk

Orkukvøld 2023 løgdu vit dent á, hvussu svart elnetið hjá okkum er og hvussu alternativt vit kunnu røkka grøna málinum. Hvussu veðurlagið hjá okkum er og hvat vit kunnu brúka veðurmodellið til hjá Veðurstovu Føroya. Skynsama bygging, har vit løgdu stóran dent á, hvussu vit byggja rætt, soleiðis at vit sleppa undan fukt trupulleikar og hvat tættleikin kostar. So koma vit inná verðulig dømir, har vit hava Simme Musikhús, sum ongan upphitingartørv hevur í eitt hálvt ár. Hvussu ber tað til? Skiftið frá olju og fjarhita til hitapumpu, hvussu hevur tað rigga? So til síðst eina framløgu av heildarrenovering av einum 75 ára gomlum húsið. Allar framløgurnar kunnu síggjast her.

Ósvart 2022

Vit vóru til tiltakið ósvart, har Magnus hevði eina framløgu um “Húsabygging gerast grønari”. Famløgan handlaði um, hvussu vit skullu byggja, vísa á, hvussu man kann byggja og samanbera við, tá ið Tórshavnar Kommuna byggir. Eisini koma vit eitt sindur inn á upphitingarhættir og hvat loysir seg fíggjarliga best.

Vit stembra eftir at taka okkara vitan og deila hana við fólkið. Av tí sama, so royna vit at halda framløgur innan grøna orku. í 2019 høvdu vit eitt tiltak, sum vit kallaðu Orku Kvøld. Vit høvdu fólk innan byggjuvinnuna, lesandi og privat persónar, har vit tosaðu grundleggjandi um hús og orku tørv. Allar framløgurnar eru tiknar upp og eru undir her.