ÍVF Lambda - Orkuráðgeving og húsatekningar

Orkuráðgeving

Endurbjálvan, skiftan av hitakeldu ella okkurt triðja.
Vit ráðgeva bæði í samband við umvæling, endurbjálvan og skift av hitaskipan. Harafturat hava vit kundar, sum heldur hava optimera tað teir hava og harvið hava lækka sína hitarokning eitt vet.

Tekningar

Byggja nýtt, byggja uppí, byggja um ella okkurt heilt annað?
Vit gera hugskot til veruleika og gera millum annað tekningar til byggiloyvi.
Eisini klára vit at rokna orkukarmin smb. BK-17.

Kanningar

Vit gera tættleikakanningar, sum eru kravdar í fylgi BK-17. Harafturat vðmæla vit, at tú gert eina innleiðandi tættleikakanning eftir húsini eru innilokaði.
Umframt hesar so gera vit eisini neyðugar kanningar í smb. við orkuráðgevingina og kunnu eisini taka thermomyndir.