Orkukvøld 2019

“Vit stembra eftir at taka okkara vitan og deila hana við fólkið. Av tí sama, so royna vit at halda framløgur innan grøna orku. í 2019 høvdu vit eitt tiltak, sum vit kallaðu Orku Kvøld. Vit høvdu fólk innan byggjuvinnuna, lesandi og privat persónar, har vit tosaðu grundleggjandi um hús og orku tørv. Allar framløgurnar eru tiknar upp og eru undir her.”

Orka! Hvat er tað?

Her er eitt sindur um orka, hvussu tað hongur saman við orkunýtslu hjá bygningum. Vit síggja eisini, hvar man kann fáa ókeypis orku frá til upphiting av húsinum. Eitt sindur av einari intro til tað sum orkukvøldi fer at handla um.

Upphiting av búðvídd

Her fara vit eitt sindur djúpri inn í, hvussu vit hita eini hús upp. Umfram upphitingina, so hyggja vit eisini nærri eftir, hvussu konstruktiónin í húsum skulu verða, fyri at sleppa undan fukt og silvurfiskar.

Isolering av eldri húsum

Søren Antoft hevur eina framløgu um eini verðulig hús, sum man valdi at isolera og hvussu tað projektið gekk. Eisini eru tøl yvir, hvat húsið brúktið áðrenn og aftaná og til endans ein meting um tað loysir seg.

Bygging til lívið

Ein framløga hjá Eyðun Eliasen, sum handlar um hansara egnu hús. Hvussu hann valdi at staðseta tey í mun til grundøkið, hvar vindeygu og hurðar í mun til ætt. Alt sum man skal hugsa um, meðan man teknar húsini.

Byggiverkætlan Simme Musikkhús

Simme Musikkhús er eitt av teimum bygningum, sum brúka sera lítla orku. Hendan framløgan handlar um heilt frá grundini, hvussu byggningurin kom upp at standa og so eisini um tær nógvu kuldabrúgvarnar, sum man helt vekk.

Nýbygging Almennaverkið

Edvard Heen heldur framløgu um núggja Almennaverkið. Hvat man vildi fáa burturúr byggningum í mun til tann gamla, krøvini tey settu og so eisini sparingarnar, sum eru í nýggja byggningum.

BK-17 Reglugerðin

Ragnar hevur framløgu um yvirskipa krøv frá BK-17 byggikunngerðini. Bæði nýbygging og renovering.