Orkukvøld 2023

Orkukvøld 2023 løgdu vit dent á, hvussu svart elnetið hjá okkum er og hvussu alternativt vit kunnu røkka grøna málinum. Hvussu veðurlagið hjá okkum er og hvat vit kunnu brúka veðurmodellið til hjá Veðurstovu Føroya. Skynsama bygging, har vit løgdu stóran dent á, hvussu vit byggja rætt, soleiðis at vit sleppa undan fukt trupulleikar og hvat tættleikin kostar. So koma vit inná verðulig dømir, har vit hava Simme Musikhús, sum ongan upphitingartørv hevur í eitt hálvt ár. Hvussu ber tað til? Skiftið frá olju og fjarhita til hitapumpu, hvussu hevur tað rigga? So til síðst eina framløgu av heildarrenovering av einum 75 ára gomlum húsið.

Vælkomin!

Jón Kragesteen settið Orkukvøld 2023 í gongd og beyð øllum vælkomin.

Orka!

Hvussu sær orkurenslið út? Hvussu sær el netið út? Framtíðar ætlanin innan grøna orkuskiftið, alternativ til ætlanirnar hjá SEV og hvussu vit í felag kunnu røkka grøna málinum

Veðurlagið í Føroyum

Okkara veðurfrøðingur Andrias Klein Gregoriussen tosar um Føroyska veðurlagið, lokal veður og mikroklima. Hvat við Veðurmodellið hjá Veðurstovu Føroya?

Skynsom Bygging

Anna Thomsen, Orkuverkfrøðingur og byggiteknikari, forklárar eitt sindur um BK-17 krøv. Hvussu sólin er ein ókeypis hitakelda. Luftskiftið ísamband við ventilatión, eymhettu og tættleikakrøv. Samanbering av hitapumpum og hvussu tað ber til, at tað almenna ikki dugir at byggja skynsamt, líka sum borgarnir?

Hvat kostar tættleikin?

Ragnar k. Mouritsen forklárar hvussu umráðandi tað er at byggja tætt. Hvat eru BK-17 krøvini? Hvussu teir góðu handverkarnir klára seg og hvussu stórt hitatap ein hevur, um húsini ikki eru tøtt.

Simme Musikhús

Nú Simme Musikhús er 4 ára gamalt, so fara vit at hyggja eftir, hvussu tað gongur. Hvat er hitaforbrúkið í mun til tað vit mettu í 2019. Eru nækrar broytingar inni í húsinum og hvussu megnaði Petur Magnus undan kuldabrúgvum.

Frá olju til hitapumpu

Jens Aksel V. Thomsen fortelur um, hvussu hann valdi sína hitapumpu til sínu hús frá 2004. Hvussu eru húsini bjálvaði? Hvat hevur oljunýtslan verði? Hvat er orkunýtlan við hitapumpunið? COP, hvussu sær tað út? Og so tað týndingarmesta, hvussu sær fíggjarliga gongdin út?

Indkøring af varmepumpe i ældre hus.

Søren Antoft fortelur um síni gomul norðseturhús frá 1991. Hvørjar umvælingar hann hevur gjørt í síni hús. Skiftið frá Fjarhita til hitapumpu og hvussu tann fíggjarliga gongdin hevur verði. 

Gomul hús í nýggjum hami.

Jan Rasmussen, hjartalækni, forklárar um húsini hjá sær. Hvussu fín tey vóru, tá ið hann keypti tey aftur í 2017, uttan serliga vitan um hús. Hvat hann hevur lært um húsabygging síðani og hvussu hann hevur renovera tey til eini hús, sum eru heilsugóð og orkuvinarlig.